EINLEIKARAFELAG FØROYA   -  Faroese Soloists Society             

 

Einleikarafelag Føroya

 

Hetta er heimasíðan hjá Einleikarafelag Føroya » 

Einleikarafelag Føroya er áhugafelag fyri klassiskar yrkistónleikarar.

Endamál felagsins er at stimbra tónlistarumhvørvið og at umboða virksemi limanna. Einleikarafelag Føroya hevur eisini sum endamál, at vera við til at skapa eitt atjóða netverk til teir føroyingar, ið útinna klassiskan tónleik og at umboða yrkistónleikin í altjóða høpi.

Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastigi. Vanliga merkir hetta, at umsøkjari hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni og at viðkomandi er virkin klassiskur tónleikari. Limaskapur verður veittur eftir umsøkn og nevndin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.

Felagið varð stovnað í­ 2007 og gjørdist í­ 2008 fullgyldugur limur í Nordisk Solist Råd, ið er felagsskapur fyri norðurlendsku solistafeløgini. Einleikarafelagið tók í 2012 stig til konsertsamstarv við hini feløgini.

Felagið er limur í LISA og kunnu allir limir felagsins fáa ráðgeving og søkja LISA um m.a. arbeiðshøli umvegis limaskapin í Einleikarafelagnum

Einleikarafelagið er eisini eitt av stovnandi feløgunum í Tónleikasambandinum, ið hevur sum endamáls at savna allan tónleikin undir einum sterkum felagsskapi.

Felagið umboðar yrkistónleikin í ymsum nevndum og ráðum.

M.a. Tónlistarvirðisløn Norðurlandaráðsins, FMA og umboðsráðnum í LISA

 

 

Heimasíðan er okkara bústaður á alnótini.

Her ber til at fylgja við og at seta seg í samband við nevndina.

Trýst her   -   og send t-post til felagið.

 

 

 

 

Aðalfundur 2024 »                

Aðalfundur var 23. mars 2024. Nýggja nevndin hevur skipað seg.

Teldupostur er sendur øllum limum við fundar- og formansfrágreiðing.

 

Einleikarafelag Føroya 

Ólavur Jakobsen, formaður

Agnar Lamhauge, kassameistari

Solveig Kaae Festirstein, skrivari

 

Trýst her   -   og send t-post til felagið.

 

 

Einleikarafelag Føroya   -   Copyright 2024