Nordsol 2009
Ársfundur og konsert við norðurlendskum solistum
Ársfundurin hjá Nordisk Solistforbund er afturvendandi tiltak, ið fer fram á hvørjum ári í einum av Norðurlondunum. Umframt sjálvan fundin, har mál við felags áhuga og felags týdningi verða umrødd, er fastur táttur á skránni, at skipað verður fyri almennum tónleikatiltaki (norðurlendsk konsert) ella vikuskiftisfestivali við heitinum NORDSOL, har nakrir av fremstu norðulendsku tónleikarunum trína fram á pall.
Einleikarafelag Føroya, er eitt felag fyri klassiskar tónleikarar á yrkisstigi. Felagið hevur í løtuni 22 limir, sum eru búsettir í Føroyum og uttanlands, og sum útinna klassiskan tónleik á professionellum stigi. Felagið varð formliga innlimað í samtakið Nordisk Solistråd á seinasta ársfundi tess, sum varð hildin í Keypmannahavn í november 2008.
Nú ið Einleikarafelagið er vorðið limur í hesum samtaki, hevur tað við sær, at teir føroyingar, ið útinna klassiskan tónleik, hava fingið eitt umfatandi felags norðurlendskt netverk, sum uttan iva fer at gagna klassiska tónleikinum í Føroyum í framtíðini.
Einleikarafelag Føroya hevur játtað av standa fyri ársfundinum hjá Nordisk Solistråd 2009. Avtala er gjørd við Norðurlandahúsið, at húsið verður karmur um tiltakið dagarnar 6. og 7. november í ár.
Ætlan okkara er at hava UNG OG KLASSISKUR TÓNLEIKUR sum høvuðsevni á fundinum í ár. Tað er ein sannroynd í flestu Norðurlondum, at klassiskur tónleikur seinastu árini hevur havt minkandi undirtøku millum ung, og at hann hevur verið meira og meira marginaliseraður í almenna rúminum. Vit vilja fegin lýsa henda spurning nærri, og spyrja samstundis um vit eiga at royna at venda/mótvirka hesari gongdini og hvat kundi verið gjørt til tess.
Fríggjadagin 6. november 2009:
14.00 Ársfundur hjá Nordisk Solistråd
Leygardagin 7. november 2009:
16.00 Konsert í Norðurlandahúsinum við norðurlendskum einleikarum
(skrá)

100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu stuðlar tiltakinum
|
![]() |
Nordsol 2009 »
Solistar á konsertini í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. november 2009 kl. 16.00:
Joachim Kwetzinsky, klaver
Tina Rehling, harpa
Toke Lund Christiansen, floyta
Tanja Kauppinen-Savijoki, sangur
Risto Kyrö, klaver
Páll Eyjólfsson, gittar
Nikos Kapnas, bratsj
Skrá
Les um tónleikararnar
Keyp atgongumerki
|