EINLEIKARAFELAG FØROYA   -  Faroese Soloists Society             

 

Einleikarafelag Føroya


Hetta er heimasíðan hjá Einleikarafelag Føroya

Felagið varð stovnað í 2007 og er áhugafelag fyri klassiskar yrkistónleikarar.

Endamál felagsins er at stimbra tónlistarumhvørvið og at umboða virksemi limanna.

Einleikarafelag Føroya hevur eisini sum endamál at vera við til at skapa eitt atjóða netverk til teir føroyingar, ið útinna klassiskan tónleik og at umboða yrkistónleikin í altjóða høpi.

Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastøði. Vanliga merkir hetta, at umsøkjari hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni og at viðkomandi er virkin klassiskur tónleikari. Limaskapur verður veittur eftir umsókn og nevndin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.

 

Einleikarafelag Føroya gjørdist í 2008 fullgyldugur limur í Nordisk Solist Råd, ið er felagsskapur fyri norðurlendsku solistafeløgini.

 

Einleikarafelagið tók í 2012 stig til konsertsamstarv við hini feløgini. Hetta varð framt í góðum samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Til ber hjá øllum, at kunna seg um virksemi felagsins her á síðuni.

Heimasíðan er fyrst og fremst ætlað sum okkara bústaður á alnótini.

Vit hava lagt slóðir til m.a. samsýningarsáttmálar, ið líknandi norðurlendsk feløg hava.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina. Trýst her og send t-post til felagið.

 

 

 

 

 

 

 

Aðalfundur 2013 »   

Ársaðalfundur var leygardagin 23. mars 2013. Nýggj nevnd varð vald. Í henni sita:

Jóhannes Andreasen,  formaður Ragnar A. Olsen, kassameistari Tóri R. Jacobsen, nevndarlimur

 

Norðurlendskt samstarv » 

Einleikarafelagið hevur tikið stig til konsertsamstarv við hini norðurlendsku feløgini og Norðurlandahúsið í Føroyum.

Fyrsta tiltak var leygardagin 8. september 2012, har ið Øssur og Rúni Bæk framførdu á tónleikatiltakí á Vatnsmýru í Norrøna Húsinum í Reykjavík.

 

Aðalfundur 2012 »    Aðalfundur var leygardagin 10. mars á Musikkskúlanum á Frúutrøð í Tórshavn. Nevndin varð øll afturvald. Hon hevur skipað seg. Sí frágreiðing her

Nordsol 2012 »                Norska Solistafelagið var vertur fyri árliga fundinum í mars í Oslo og var eisini konsert í samband við, at felagið fylti 100 ár. Ólavur Jakobsen luttók vegna Einleikarafelagið.

Solistkonsert 2011 »       Árliga norðurlendska solistkonsertin, har Einleikarafelagið eisini skuldi verið umboðað, var á Nationalmuseet í Keypmannahavn mánadagin 3. oktober 2011.

Vegna forfall hjá tónleikarunum, so bar ikki til at luttaka á hesi konsert.

Jóhannes Andreasen umboðaði Einleikarafelagið á ársfundinum, ið eisini var í døgunum 2. til 4. oktober 2011 í Keypmannahavn.

Aðalfundur 2011 »    Aðalfundur var leygardagin 26. mars 2011 á Musikkskúlanum á Frúutrøð í Tórshavn.

Skrá sambært lógum felagsins.

Sí frásøgn her

Nordsol 2010 »                       Árligi ársfundur hjá Nordisk Solist Råd var í Íslandi. Á konsertunum í samband við tiltakið, umboðaðu bassleikarin Agnar Lamhauge Einleikarafelag Føroya.

Jóhannes Andreasen umboðaði felagið á ársfundinum, umframt at hann framførdi saman við Agnari á felags konsertini í juni 2010.

Ársaðalfundur 2010 »

Aðalfundur felagsins var leygardagin 6. februar 2010.

Aðalfundarfrásøgn og ársfrágreiðing

Sitandi nevnd varð øll afturvald og hevur skipað seg. Formaður er Ólavur Jakobsen, skrivari Jóhannes Andreasen og Ragnar Olsen er kassameistari.

Nordsol 2009 »                

Einleikarafelag Føroya var vertur fyri árliga ársfundinum hjá Nordisk Solist Råd.

Í hesum felagsskapi eru einleikarafeløg úr Íslandi, Noregi, Finlandi og úr Danmark. Einleikarafelag Føroya gjørdist limur í hesum felagssakpi í 2008.

Ársfundurin og konsertin í hesum sambandi, var í Norðurlandahúsinum 6. og 7. november. 

Konsertin leygardagin 7. november var sera væleydnað og nógv fólk nýttu høvið at hoyra framúrskarandi framførslur.

Les meira um Nordsol 2009

 

 

100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu stuðlar tiltakinum

 

 

 

 

Einleikarafelag Føroya   -   Copyright 2008