-Einleikarafelagið hevur umboðað føroyskan tónleik í norðurlendskum nevndum. M.a. til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, í tónleikafagnaðinum Faroese Music Award og í øðrum ráðum og nevndum.
-Einleikarafelagið var eisini við í tilgongdini at seta á stovn eitt føroyskt tónleikasamband. Hetta - meta vit, kann gerast ein savnandi felagsskapur fyri allan tónleik í Føroyum, sum kann veita limum okkara ráð og vegleiðing, møguleika fyri samstarvi og á annan hátt, víðka um og betra okkara kor sum yrkistónleikarar í Føroyum.
Norðurlendskt samstarv »
Nordisk Solist Råd »
Einleikarafelag Føroya gjørdist sjálvstøðugur limur í 2008.Í hesum felagsskapi eru einleikarafeløg úr Íslandi, Noregi, Finlandi og úr Danmark.
Nordsol 2012 » Norska Solistafelagið var vertur fyri árliga fundinum í mars í Oslo og var eisini konsert í samband við, at felagið fylti 100 ár. Ólavur Jakobsen luttók vegna Einleikarafelagið.
Norðurlendskt konsertsamstarv » Einleikarafelagið tók í 2012 stig til konsertsamstarv við hini norðurlendsku feløgini og Norðurlandahúsið í Føroyum. Øssur og Rúni Bæk framførdu á tónleikatiltakí á Vatnsmýru í Norrøna Húsinum í Reykjavík.

Solistkonsert 2011 » Árliga norðurlendska solistkonsertin, har Einleikarafelagið eisini skuldi verið umboðað, var á Nationalmuseet í Keypmannahavn mánadagin 3. oktober 2011.
Vegna forfall hjá tónleikarunum, so bar ikki til at luttaka á hesi konsert.
Jóhannes Andreasen umboðaði Einleikarafelagið á ársfundinum, ið eisini var í døgunum 2. til 4. oktober 2011 í Keypmannahavn.
Nordsol 2010 » Árligi ársfundur hjá Nordisk Solist Råd var í Íslandi. Á konsertunum í samband við tiltakið, umboðaðu bassleikarin Agnar Lamhauge Einleikarafelag Føroya.
Jóhannes Andreasen umboðaði felagið á ársfundinum, umframt at hann framførdi saman við Agnari á felags konsertini í juni 2010.
Nordsol 2009 »
Einleikarafelag Føroya var vertur fyri árliga ársfundinum hjá Nordisk Solist Råd.
Í hesum felagsskapi eru einleikarafeløg úr Íslandi, Noregi, Finlandi og úr Danmark. Einleikarafelag Føroya gjørdist limur í hesum felagssakpi í 2008.
Ársfundurin og konsertin í hesum sambandi, var í Norðurlandahúsinum 6. og 7. november.
Konsertin leygardagin 7. november var sera væleydnað og nógv fólk nýttu høvið at hoyra framúrskarandi framførslur.
Les meira um Nordsol 2009