Limaskapur
Sambært viðtøkum felagsins, kunnu bert klassiskir yrkistónleikarar gerast limir í Einleikarafelag Føroya
Søkjast skal um limaskap og verður umsókn at senda skrivliga til nevndina fyri felagið.
Nevndin skal viðgera umsóknina á nevndarfundi og geva skrivligt svar.
Við "yrkistónleikarar" verður víst til viðtøkur felagsins:
§ 3 Limaskapur
Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastøði. Vanliga merkir hetta, at umsøkjari hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni og at viðkomandi er virkin klassiskur tónleikari. Limaskapur verður veittur eftir umsókn og nevndin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.
Í løtuni eru eini 25 yrkistónleikarar limir í felagnum. Hesir eru bæði klassiskir tónleikarar og sangarar, ið eru virknir í Føroyum og uttanlands.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina. Trýst her og send t-post til felagið ella set teg í samband við ein av nevndarlimunum.
|
 |
Limagjald »
Limir verða bidnir um at gera fasta árliga flyting til konto Einleikarafelagsins.
Árliga limagjaldið er kr. 200,- og fellur til gjaldingar 1. apríl á hvørjum ári.
Nevndin sendir ikki uppkrav til limirnar eftir limagjaldi.
Konto í Bank Nordik 6460-6175009
Einleikarafelag Føroya v/Agnar Lamhauge, kassameistari
|